Lurta
Tíðindi - 25. november 2022

Barnafrádrátturin hækkaður til 9.000 kr fyri barnið

Tá fíggjarætlanin fyri 2023 var fyri í býráðnum í gjárkvøldið, løgdu umboðini hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum fram broytingaruppskot um at hækka barnafrádráttin úr 8000 kr til 9000 kr fyri barnið.

Uppskotið varð einmælt samtykt. Fíggjarætlanin varð soleiðis broytt einmælt samtykt.