Tíðindi - 24. september 2025
Bein flettingarleivdirnar burtur á rættan hátt
Nú er flettingartíð. Í tí sambandi vilja vit minna á, hvussu leivdir skulu burturbeinast, og hvussu tú best kanst brúka sum mest av øllum tilfeinginum frá flettingini.
Áðrenn tú fert at beina leivdir burtur, skal tú minnast til at:
- Tøma vemburnar
- Lata blóð og vatn renna frá, áðrenn tú beinir leivdirnar burtur
- Lata innvølir og leivdir í plastposar og binda fyri, áðrenn tú letur inn sum restburturkast á endurnýtslunum
- Lata seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu
Seyðaskinn til endurnýtslu
Faroe Sheep er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Ymisk krøv skulu tó lúkast, ætla tit tykkum at lata skinn til Faroe Sheep. Ring á telefon 26 00 26 dagin fyri, tit ætla tykkum á fjall, ella um morgunin sama dag, so tey fáa sent djóralæknan á rættina.
Gagnnýt tilfeingið
Tað besta fyri umhvørvið er, at tú brúkar sum mest av øllum tilfeinginum frá flettingini. Ymiskar smærri verkstovur hava verið kring landið seinastu árini, har tálgin verður gagnnýtt til ymisk endamál, eitt nú til nýggjársblikk, ljós, sápur og fuglamat.
Á heimasíðuni hjá Matkovanum finnur tú eisini ymiskar uppskriftir, ið eru góðar til at gagnnýta seyðakjøt og avroð: