Lurta
Tíðindi - 22. mars 2023

Betra umstøðurnar hjá Musikkskúlanum

Nú verða tillagingar gjørdar við Musikkskúlan. Talan er um uppmerking og trygd uttanfyri og um nýggja ljós- og ljóðtøkni inni í Hátúni.

Útiøkið verður lýst betur upp, trygdin verður betra og uppmerkingar verða gjørdar. Ein veggur og eitt hálvtak verða gjørd við bakdyrnar og fleiri hurðar fáa elektroniska lásskipan.

Upplivingin í Hátúni verður gjørd munandi betur við nýggjari ljós- og ljóðtøkni.

Mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava mælt til at játta eina millión krónur til endamálið. Málið kemur fyri á býráðsfundi hósdagin.