Lurta
Tíðindi - 14. desember 2023

Betri umstøður í Høllini á Hálsi

Høllin Á Hálsi

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta pening, so ein skilaveggur, ið til ber at flyta, kann setast upp í Høllini á Hálsi.

Høllini á Hálsi er ein stór dupult-høll. Men í dag ber ikki til at skilja høllina sundur við t.d. einum fyribilsveggi, men bara við neti. Hetta ger, at tiltøk kunnu órógva hvørt annað, t.d. tá ymiskar ítróttagreinar ella dystir eru í høllini í senn.

Leingi hevur verið tosað um at finna eina loysn við einum skilaveggi/dúki, so høllin kann skipast betur til verandi virksemi.

Arbeitt hevur verið við einari verkætlan at gera ein skilavegg/dúk miðskeiðis í høllini. Dúkurin verður settur fastur í sperrurnar og kann eftir tørvi verða uppi ella niðri.

Eisini skulu nýggj skiftingarrúm gerast í høllini.

Tórshavnar býráð játtaði á býráðsfundi í kvøld pening til endamálið. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum.