Tíðindi - 26. oktober 2026

Betri umstøður til demensdeildirnar á Lágargarði

Lágargarður juli 2021_lítil web_RD

Farið verður nú undir at bøta um umstøðurnar á demensdeildunum á Lágargarði. Tað var í desember í fjør, at býráðið játtaði 2. mió. av meirinntøkunum í 2024 til tillagingar á Lágargarði. 

 

Av hesum fóru 1,2 mió til køk, og restin skuldi nýtast til demensvinarlig átøk á Lágargarði. Í samráð við leiðsluna á Lágargarði hevur bygningsdeildin avgjørt, at peningurin er best nýttur til at betra um akustisku- og ljósviðurskiftini á deildunum. 

Tí samtykti eitt einmælt býráð á býráðsfundinum 22. oktober, at játta 1 mió til at betra um akustikk og ljósviðurskifti á demensdeildini.

Góðar royndir eru av at leggja mineralulls-plátur á raftir undir verandi loft.  Samstundis verða nýggj loftsljós við døgnrytmustýring monterað á nýggja loftinum. 

Mett verður at kostnaðurin av nýggjum loftum og ljósum verður 1,2 mió. Írestandi upphæddin á áleið 0.2 mió. kr verður fíggjað av rakstrarkontu til umsiting og røkt av bygningum.