Lurta
Tíðindi - 24. apríl 2024

Bíðirúm til ferðafólk í Hesti

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta hálva millión krónur av til at gera bíðirúm til ferðafólk í Hesti.

Talan er um bíðirúm til fólk, ið ferðast við Strandferðsluni, men eisini til onnur, so sum til fólk, ið koma við frítíðarbátum.

Tórshavnar havn hevur biðið um tilboð uppá eitt bíðirúm, ið er sett saman av tveimum bingjum.