Lurta
Tíðindi - 02. september 2021

Bingjan hjá Dugna nú somu upplatingartíðir sum Endurnýtslan

Bingjan hjá Dugna_sept 2021_RD

Frá 1. september 2021 fer bingjan hjá Dugna á Endurnýtsluni á Hjalla at vera opin, tá Endurnýtslan er opin. Higartil hevur bingjan bara verið opin ávísar klokkutíðir, men nú verður bingjan opin allan dagin.

Hevur tú gamlan húsbúnað, lampur ella annað innbúgv, sum tú vilt sleppa av við, og sum er ov gott at tveita burtur, kanst tú sostatt altíð lata tað inn í bingjuna hjá Dugna á Endurnýtsluni á Hjalla, tá Endurnýtslan er opin. Við hesum stuðlar tú arbeiðinum hjá Dugna, tú hugsar um umhvørvið og minkar um dálking. Dugni eftirkannar og vaskar allar lutir, áðrenn teir fara út í handilin.

Peningurin frá søluni í Tinghúsinum hjá Dugna fer til at førleikamenna vinnutarnaðar borgarar.

Vitja endurnýtsluna