Boðanesheimið hevði ársveitslu

Mikudagin í farnu viku skipaði Boðanesheimið fyri ársveitslu fyri búfólkunum á heiminum.
Hendan dagin verður borðreitt við nógvum góðum, tónleikarar koma á gátt, og borgarstjórin og onnur umboð fyri kommununa eru eisini boðin við.
Ársveitslan er eitt av hæddarpunktunum á árinum, og búfólkini hugna sær óført við felagssangi, práti og góðum mati saman við starvsfólkum og øðrum.

Elsa Berg, borgarstjóri, bar eina heilsan fram og segði millum annað:
“Veturin er komin við kulda og eitt sindur av kava. Illfýsið er uttanfyri, men her inni er hugni og hiti.
Hugni tykist at vera eitt fyribrigdi, sum vit í Norðurlondum hava. Hyggja vit á Sprotan, so merkir orðið hugni vælvera og trivnaður. Og eg veit, at ferðafólk onkuntíð hava spurt føroyingar um hetta við hugna.
“Lágt stendur sólin og tíðliga skýmir”, syngja vit. Men tað er eisini hesi myrku vetrarkvøldini, ið vit tendra ljós, so vit køva myrkrið og kuldan eina løtu.
Hava tað hugnaligt og heimligt. Njóta vælveruna. Júst sum tit gera í dag.

Vit hoyra í sanginum Veturin kom við kulda og kava, at omman situr á bríkini og sigur frá søgum. Og kanska er tað júst veðrið og longu myrku vetrarnir, ið hava fingið ommur og abbar at fortelja søgur og sagnir.
At fara uppá gólv, syngja tættir og vísir.
Hesar hugnaløtur og myrku vetrarnir hava gjørt, at vit í dag hava varðveitt føroyska málið, sagnirnar og kvæðini.
“Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar”, siga tey í sanginum.
Vit kóka framvegis kaffi, men rokkurin í dag er á Spotify ella onkrari aðrari tænastu á internetinum.
Men framvegis hoyrist ljóðið av stokkunum – rangt og rætt – so verður kanska steðgað á, eygu verða tald, og so aftur bundið. Mynstrini er nógv og vøkur.
Og bindingin, sum føroyskar kvinnur hava hildið fast um í øldir, er vorðið eitt føroyskt fyribrigdið.
Ferðafólk hava møguleika at sleppa í bindiklubb.
Føroyskt design við troyggjum er vorðin ein handilsvinna.
Binding er nú bæði til handil og hugna.
Nógvar av tykkum, ið sita her, hava lært frá tykkum, so døtur og ommudøtur eisini duga at binda.
Og enn fara nógv føroysk børn í fyrsta flokk í spildurnýggjari heimabundnari troyggju.
Tí binding er framvegis ein týðandi partur av føroyska gerandisdegnum.
Kanska situr onkur eisini nú og kastar uppá til onkra jólagávu.
Men í dag binda tit frið. Ella í øllum førum eina løtu, meðan tit fáa tykkum ein góðan bita og njóta løtuna.

Í sanginum Mítt vakra Føroya land syngur Janus Wiberg Mortensen:
“Eg elski hesar løturnar
Við vindi og sól
Og kavaflykrur falla”
Og tað er júst hetta við at vera í løtuni, sum er so umráðandi.
At vera til staðar og hugna sær, um tað er vindur sól ella kavi.
Tað duga tit eldru kanska betur, enn vit ungu.
Eg vóni, at tit øll fara at njóta hesa hugnaløtuna á Boðanesheiminum.
Og eg veit, at starvsfólkini hava gjørt nógv burturúr.
Takk fyri.”
