Tíðindi - 29. juni 2026
Børnini vilja hava grasvøll

Fimm fittir dreingir úr Dagstovninum við Velbastaðvegin løgdu fyrr í mánaðinum leiðina framvið ráðhúsinum og handaðu Elsu Berg, borgarstjóra, eitt skriv við einum stórum ynski – graslíki á vøllin.
Ein grúsvøllur er uttanfyri dagstovnin, men sum børnini so skilagott greiddi frá, so dáma tey so sera væl at sparka á vøllinum, men fáa so ilt, tá ið tey detta.
Tað er einki stuttligt. Tí fer kommunan nú at kanna møguleikan fyri at fáa hetta broytt.
Børnini lótu annars sera væl at garðinum og trívast væl.
“Tað er stuttligt at reiggja og spæla við okkara vinir”.
