Tíðindi - 15. september 2020
Borgarafundur í Nólsoy 30. septembur
Mikukvøldið 30. septembur klokkan 19.30 verður borgarafundur hildin í Nólsoy.
Á skránni verður millum annað framløga um ferðavinnuætlanina fyri oynna. Bústaðarbygging í Nólsoy verður eisini á skrá. Og so verður greitt frá um brimverju og viðurskiftini á vøllinum.
Nærri skrá kemur eisini seinni.
Kunngjørt verður seinni, hvar í bygdini fundurin verður hildin.