Tíðindi - 01. juni 2026

Borgarafundur í Nólsoy 8. juni

Nólsoy Loftmynd (1)

Saman við Nólsoyarnevndini skipar Tórshavnar kommuna fyri borgarafundi í Nólsoy, har fleiri týðandi mál eru sett á skrá. Fundurin verður í Bygdarhúsinum Royndin mánadagin 8. juni 2026. Fundurin byrjar kl. 19.30.

Millum málini eru avleiðingarnar av harða eystanbriminum, ið leggur fótbóltsvøll, veg og annað undir í sjógvi.

Upprunaliga rann ein natúrlig renna tvørturum oynna, sum leiddi brimið vesturum. Seinni varð renna stoypt, men sum í dag er fylt upp. Uppskot er at fáa rennuna fram aftur, og tí sambandi er eisini spurningur um staðsetingina av fótbóltsvøllinum.

Bústaðarbygging er eisini á skrá til fundin. Í Nólsoy eru fleiri grundstykki tøk, eitt nú Undir Bøbrekku. Hóast tað er trupult at fáa gongd á sethúsabygging.  

Til borgarafundin verður nýggi umhvørvispolitikkurin hjá kommununi lagdur fram, Umrøða verður eisini av umhvørvisátøkum í Nólsoy.

At enda verða samferðsluviðurskiftini umrødd.

Á fundinum taka borgarstjórin, býráðslimir og starvsfólk frá fyrisitingini lut.

Øll eru vælkomin.