Tíðindi - 31. august 2026

Borgarstjórin flytur skrivstovuna til Kaldbaks

Kaldbak 9

Hósdagin 3. september flytur Elsa Berg, borgarstjóri, enn eina ferð skrivstovuna. Hesa ferð gongur leiðin til Kaldbaks.

Endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kaldbak og at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta.

“Eg gleði meg at koma eitt sindur runt í bygdini og at práta við fólk, ið koma á gátt”, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Byrjað verður klokkan 12.30, tá borgarstjóri, umsitingin og staðbundna nevndin fara runt og kunna seg um ymisk viðurskifti.

Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Høllini í Kaldbak, har øll eru vælkomin.

Fyrr í ár flutti borgarstjórin sína skrivstovu út í Hest og til Velbastaðar, og í august varð vitjað í Kirkjubø, har hon og umsitingin saman við staðbundnu nevndini umrøddu ymisk mál, sum høvdu týdning fyri tey á staðnum. Nú verður tað sama gjørt í Kaldbak, og ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi komandi tíðina.