Tíðindi - 12. juni 2026

Borgarstjórin flytur skrivstovuna til Velbastaðar

Mynd Elsa Á Velbastað

Mikudagin 17. juni flytur Elsa Berg, borgarstjóri, skrivstovuna av Vaglinum í Havn til Sólarmagn á Velbastað.

Endamálið er at kunna seg um viðurskifti á Velbastað og eisini at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta.

“Dagurin er settur av til at koma eitt sindur runt í bygdini, og annars ætli eg mær at brúka dagin at tosa, læra og lurta eftir teimum, ið koma á gátt í Sólarmagn”, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Byrjað verður klokkan 12.30, tá borgarstjóri, umsitingin og staðbundna nevndin fara at ganga runt í bygdini og hyggja og kunna seg um ymisk viðurskifti.

Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Sólarmagn, har øll eru vælkomin at leggja leiðina framvið.

Fyrr í ár flutti borgarstjórin sína skrivstovu út í Hest, har hon og umsitingin saman við staðbundnu nevndini umrøddu ymisk mál, sum høvdu týdning fyri bygdina. Nú verður tað sama gjørt á Velbastað, og ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi komandi tíðina.