Tíðindi - 18. august 2026

Borgarstjórin vitjaði Býlingshúsið Inni á Gøtu

Image00002 (6)

Seinastu tíðina hevur Elsa Berg, borgarstjóri, vitjað ymsar dagstovnar runt um í kommununi. 

Týsdagin vóru Elsa Berg og Bjarni Beder, eindarleiðari hjá Barna- og ungdómsdeildini, og vitjaðu Býlingshúsið inni á Gøtu í Hoyvík, har Elisabeth við Reiðlið, leiðari, vísti runt á stovninum og greiddi frá.

Ymisk evni vórðu umrødd, millum annað ljóð- og ljósviðurskifti. Eisini varð tosað um, hvørjar ábøtur eru gjørdar seinastu árini, og hvat enn treingir. Eitt nú hevur tað gjørt stóran mun at vindeygu eru sett í hurðarnar. 

 

Býlingshúsið hevur pláss fyri umleið 23 vøggustovubørnum og 44 barnagarðsbørnum.

Hóast yvirskipaða endamálið hjá stovnunum er tað sama, so eru teir eisini rættiliga ymiskir. Endamálið við vitjanunum er tí at hitta starvsfólkini og at kunna seg um ymisk viðurskifti á stovnunum.