Borgarstjórin vitjaði Reyða Kross

Virksemið hjá Reyða Krossi er stórt og víttfevnandi.
Fríggjadagin vóru Elsa Berg, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, og vitjaðu Reyða Kross, har tey fingu kunning um tað stóra virksemið, sum felagsskapurin hevur, bæði í Føroyum og uttanlands.
Reyði Krossur Føroya hevur í dag 450 sjálvboðin í 15 økjum umframt onnur spontant sjálvboðin, tá kreppur raka.
Millum annað hevur Reyði Krossur samarittarnar, sum hava virkað síðan 1999, og í 2025 fingu 2.316 fólk fyrstuhjálparprógv. vitjunartænastuna, Reyða Kross Vinir (ein vitjunartænasta ætlað útlendskum tilflytarum og flóttafólkum) og so er tað mat- og klædnahjálpin og endurnýtsluvirksemi, sum eisini fyllir nógv í arbeiðnum hjá felagsskapinum.
Ingerð Tormóðsdóttir Jønsson, endurnýtslusamskipari hjá Reyða Krossi Føroyum, greiddi millum annað frá, at Reyði Krossur Føroyar fær 3,5 tons av klæðum inn um vikuna til endurnýtslu. Og hvønn mánað verða 9 tons av klæðum send úr Føroyum til Týsklands til endurnýtslu.
Reyði Krossur Føroya veitir eisini humanitera hjálp kring heimin. Í 2025 læt Reyði Krossur tilsamans 5,6 mió. krónur í humaniterari hjálp til Sudan, Myanmar, Afghanistan, palestinsku økini, Malavi, Nepal og Vanuatu.



