Tíðindi - 05. oktober 2026

Borgarstjórin vitjar á Hvítanesi hósdagin

Hvítanes

Hósdagin 8. oktober frá kl. 12-17 verður Elsa Berg, borgarstjóri, at hitta í skúlanum á Hvítanesi.

 

Endamálið við vitjanini er, at fólk kunnu fáa høvi at siga sína hugsan, koma við hugskotum ella tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta.  

Vitjanin er ætlað sum eitt høvi, har fólk kunnu koma og fara, sum tey hava hug.

“Tað hevur týdning fyri meg at hoyra, hvat fólk hugsa og halda um ymisk viðurskifti”, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Byrjað verður klokkan 12.00, tá borgarstjóri, umsitingin og staðbundna nevndin fara runt á Hvítanesi og hyggja og kunna seg um ymisk viðurskifti.

Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í skúlanum, har øll eru vælkomin.

Fyrr í ár hevur borgarstjórin vitjað í Hesti, á Velbastað, í Kirkjubø, Kaldbak og seinast í Kollafirði, har hon og umsitingin saman við staðbundnu nevndunum hava umrøtt ymisk mál, sum høvdu týdning fyri bygdirnar. Ætlanin er at gera tað sama í øllum bygdunum í kommununi.