Borgarstjórin vitjar í Kollafirði mikudagin

Mikudagin 23. September hevur Elsa Berg, borgarstjóri, sett dagin av, so hon kann hitta borgarar í Kollafirði.
Endamálið við vitjanini er, at fólk kunnu fáa høvi at siga sína hugsan, koma við preium ella tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta.
Vitjanin er ætlað sum eitt høvi, har fólk kunnu koma og fara, sum tey hava hug.
“Tað hevur týdning fyri meg at hoyra, hvat fólk hugsa og halda um ymisk viðurskifti. Vit arbeiða við fleiri málum í Kollafirði í løtuni, so tað er eisini umráðandi fyri meg at hoyra, hvat fólk hava at siga”, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.
Byrjað verður klokkan 12.30, tá borgarstjóri, umsitingin og staðbundna nevndin fara runt í Kollafirði, Signabø og Oyrareingjum og hyggja og kunna seg um ymisk viðurskifti.
Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Bátafelagnum, har øll eru vælkomin.
Fyrr í ár hevur borgarstjórin vitjað í Hesti, á Velbastað, Kirkjubø og seinast í Kaldbak, har hon og umsitingin saman við staðbundnu nevndunum umrøddu ymisk mál, sum høvdu týdning fyri bygdirnar. Ætlanin er at gera tað sama í øllum bygdunum í kommununi komandi tíðina.