Lurta
Tíðindi - 14. september 2023

Bretar hava longt sáttmálan um hermannagravirnar

Bretar hava júst verið og vitjað á Ráðhúsinum og skrivað undir nýggja avtalu um, at Commonwealth War Graves Comission fær ræði á hermannagravunum í Havn næstu 40 árini, eins og tey hava havt síðani seinna veraldarbardaga, tá ið menninir lótu lív í Føroyum.

Bretar vistu at siga, at tað eru 23.000 slík støð í 153 londum kring allan heimin, har hermenn úr Commonwealth-londunum, sum doyðu í fyrra og seinna veraldarbardaga, liggja grivnir. Bara í Stóra Bretlandi eru 11.500 støð við hermonnum úr Commonwealth-londunum.

Endamálið hjá Commonwealth War Graves Commission er at tryggja, at gravirnar verða hildnar, og at tað á gravsteininum sæst, hvør liggur grivin á staðnum. Felagsskapurin tekur sær av øllum viðlíkahaldi av gravunum, og í Føroyum hevur felagsskapurin avtalu við urtagarðsfyritøku, ið tekur sær av hesum.

Í Bretlandi eru omanfyri 1.000 sjálvboðin, ið taka sær av hesum viðlíkahaldi, og roynt verður alla tíðina at fáa fleiri afturat, so gravirnar altíð eru vælhildnar.

Menninir, sum vóru í Føroyum nú og skrivaðu undir nýggja 40 ára avtalu um hermannagravirnar, vóru James King, Area Director, United Kingdom and Northern Area, og Iain Anderson, Regional Manager.