Tíðindi - 06. juli 2025

Broyting í farleiðini hjá leið 3 frá 7. juli 2025

Bussur Á Argjum 03

Ein broyting er gjørd á farleiðini hjá leið 3 í Hoyvík í sambandi við, at innkomuvegurin er latin upp. Koyrt verður eftir Flatarvegnum niðan Millum Gilja, men í staðin fyri at koyra oman aftur eftir Flatarvegnum, heldur leiðin áfram niðan á innkomuvegin og koyrir eftir honum oman Sundsvegin og síðan víðari eftir ferðaætlanini. Broytingin er galdandi frá mánamorgunin 7. juli.