Tíðindi - 09. desember 2025
Broytingar hjá Leið 5 í kvøld

Orsakað av veðrinum gevst Leið 5 at koyra fyrr í kvøld. Seinasti túrur úr Havnini til Velbastaðar/Kirkjubøar verður koyrdur klokkan 18.09. Úr Kirkjubø verður seinasti túrur klokkan 19.00, meðan seinasti túrur úr Havnini til Kalbak verður klokkan 19.26.