Lurta
Tíðindi - 21. februar 2024

Broyttar parkeringstíðir á parkeringsøkinum undir Svínaryggi

Tað kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn yrkadagar. Tí verða broytingar nú gjørdar á parkeringsøkinum undir Svínaryggi.

22 básar fara nú at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18.

Men 41 básar fara at hava somu tíðaravmarking, sum nú, tað eru 8 tímar, frá klokkan 9 til klokkan 18 yrkadagar. Sí kort.

Orsøkin til broytingina er, at tað eftir klokkan 9 yrkadagar kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn við longri tíðaravmarkingum. Við at broyta tíðaravmarkingina á nøkrum básum verður lættari hjá fólki, ið hava styttri ørindi í miðbýnum, at finna ein tøkan bás.

Uttanfyri miðbýin eru góðir møguleikar at seta bilin heilar dagar, og fara ókeypis við bussi seinasta teinin til arbeiðis ella til longri ørindi í býnum.

Broytingin verður eftirmett um tríggjar mánaðir.