Tíðindi - 27. oktober 2022

Búsetur útbyggir dagstovnin á Hamrinum

Býráðið samtykti seinnapartin einmælt at játta 57 miljónir til nú at gera útbyggingina av dagstovninum á Argjahamri. Tríggjar barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur koma aftrat, umframt felagsøki, køkur og starvsfólkarúm.

Dagstovnurin á Hamrinum á Argjum verður nú útbygdur. Ætlanin við Dagstovninum á Hamrinum er broytt síðan í fjør til 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur, felagsøki og køk, og starvsfólkarúm í miðjuni í bygninginum.

Støddin er uml. 1.297m2, 6 stovur tilsamans. Samlaði kostnaðurin er um 57 miljónir kr.