Lurta
Tíðindi - 22. juli 2022

Busta og tøm gaggurnar – granulatið hoyrir heima á vøllinum

Granulatfangarin juli 2022_1

Hvørt ár hvørvur ein partur av gummigranulatinum, ið liggur á graslíkisvøllunum í Tórshavnar kommunu. At granulatið hvørvur er óheppið, fyrst og fremst tí vandi er fyri, at ein partur av granulatinum endar úti í náttúruni. Harumframt kostar tað kommununi og skattgjaldarunum pening, hvørja ferð nýtt granulat má fyllast á vøllirnar.

Fyri at fyribyrgja, at granulatið hvørvur av vøllunum, hevur kommunan tískil sett bustir og ristir upp við inngongdirnar til vøllirnar, soleiðis at leikarar lættliga kunnu busta granulatið av og tøma gaggur og skógvar, áðrenn teir fara av vøllinum.

Í filmsbrotinum niðanfyri, sært tú, hvussu bustirnar síggja út.