Bústaðir og HVT byggja leiguíbúðir við Villingardalsvegin

37 nýggjar leiguíbúðir skulu byggjast við Villingardalsvegin. Býráðið hevur samtykt at selja Bústøðum lendið, har íbúðirnar skulu byggjast í samstarvi við HVT.
Verkætlanin fevnir um 37 íbúðir í trimum ymiskum støddum - 20 íbúðir á 53 fermetrar, tríggjar íbúðir á 73 fermetrar og 14 íbúðir á 85 fermetrar.
Í gjár varð skeytið undirskrivað.

Ingibjørg Berg (stýrisforkvinna, Bústaðir), Elsa Berg (borgarstjóri) og Jógvan Ósá (stjóri, Bústaðir).

Jóan Petur Hentze (kommunustjóri), Anja Weyhe (forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini), Elsa Berg (borgarstjóri), Jógvan Ósá (stjóri, Bústaðir), Kaysten Rasmussen (fíggjarleiðari, Bústaðir) og Regin Petersen (stjóri, HVT).
Sølan av lendinum er fyrsta stigið á leiðini at fremja íbúðarverkætlanina, og er týðandi liður í tilgongdini at økja um talið av leigubústøðum í Tórshavn. Væntað verður, at íbúðirnar verða lidnar á vári 2028.
Býráðið samtykti málið 22. oktober 2026.