Tíðindi - 23. mars 2026

Býarsavnið flytur inn í Gamla Hospital

Undirskrift 2

Í dag undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og stýrið fyri sjálvsognarstovnin Gamla Hospital sáttmála um, at kommunan yvirtekur gamla hospitalsbygningin.

Gamla Hospital skal brúkast til býarsavnið og skal eisini vísa fram gomlu hospitalssøguna í Føroyum. Gamla Hospital er ein søguligur bygningur í einum søguligum parti av býnum, har Müllers pakkhús og Skeiva pakkhús eru nærmastu grannar.

Kommunan hevur í eina tíð arbeitt við at finna eina loysn fyri býarsavnið, og hetta er eitt stig á leiðini at fáa eitt veruligt býarsavn í Havn.

Býarsavnið eigur nógvar lutir og nýggir lutir leggjast eisini afturat, og tí verður við tíðini neyðugt við einum størri býarsavni.