Tíðindi - 07. juli 2021

Býartorgið í Steinatúni liðugt

IMG 4006

Nú stendur býartorgið í Steinatúni sum eitt prýði fyri býin.

Seinnapartin var ein lítil samkoma, nú arbeiðið er liðugt.

Skýlið er úr glasi, og tað er fest á súlur, sum eru settar fastar á torginum. Tekjan er avrundað og vinklað úr stáli og timbri. Alt er síðani klætt við kopari.

Omaná tekjuni er deyda løgd, og orkusparandi LED-ljós eru inni undir tekjuni.

Økið er eisini fríðkað við plantukassum og øðrum. Fólk kunnu eisini sita seg niður á beinkir, og ein skíggi er eisini við hentari kunning.

Húsavarðartænastan hevur staðið fyri arbeiðinum. ZETA arkitektar hava sniðgivið. Undirarbeiðstakarar hava verið Maria Poulsen og LM Electric. Verkfrøðingur er Sp/f Spenn.