Tíðindi - 06. november 2020
Býráðið játtað 147,5 miljónir til langhylin
Býráðið tók í dag støðu til høvuðsarbeiðstøkusáttmála á 147.500 tkr. við P/F J&K Petersen um nýggja langhylin.
Mentamálanevndin hevði frammanundan samtykt at heimila umsitingini at gera høvuðsarbeiðstøkusáttmála við P/F J&K Petersen. Fíggjarnevndin tók undir við hesum og tilmælið frá meirilutanum í fíggjarnevndini varð einmælt samtykt í býráðnum seinnapartin.
Hetta merkir, at umsitingin nú hevur fingið heimild at fara undir at gera sáttmála við J & K Petersen, so arbeiðið kann byrja beinanvegin.