Lurta
Tíðindi - 25. januar 2024

Býráðsfundur kl 16 í dag

Regluligur býráðsfundur verður í býráðshúsinum í dag kl 16, har fleiri mál koma til viðgerðar. Eitt nú verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur fram til samtyktar.

Fleiri mál eru um sethúsabygging í Kollafirði, og málið um prinsipielt byggiloyvi til Argja kirkju kemur eisini til viðgerðar.

Fundurin verður sum vanligt stroymdur.