Lurta
Tíðindi - 05. apríl 2024

Dagfør samleikaappina áðrenn 10. apríl 2024

Samleikaappin er dagførd. Í hesum sambandi skulu allir brúkarar tryggja sær, at teir hava nýggjastu útgávu av appini. 10. apríl 2024 skalt tú hava dagført appina fyri at kunna halda fram at brúka Samleikan.

Nýggja útgávan eitur: Prod v. 4.5.3. Í flestu førum hava telefonir og teldlar sjálvvirkandi dagføring, og teir brúkararnir fara einki at merkja til dagføringina.

Dagføringin av appini er gjørd av trygdarávum.

 

Soleiðis kannar tú, hvørja útgávu av appini tú hevur

  • Lat Samleika-appina upp
  • Vel »Stillingar«
  • Niðast á skíggjanum sært tú, hvørja útgávu tú hevur

 

Soleiðis dagførir tú appina

Á telefonini ella teldlinum, har tú hevur Samleikan, skalt tú: 

  • Fara inn á App Store ella Google Play
  • Skriva »Samleikin« í leititeigin
  • Velja »update« ella »opdater«, tá ið Samleika-appin kemur fram

GG: sigur teksturin »Open« ella »Åbn« er appin longu dagførd

 

Hvat um appin ikki er dagførd?

10. apríl 2024 skalt tú hava dagført appina fyri at kunna halda fram at brúka Samleikan. Roynir tú at rita inn, fært tú ikki boð um innritan á appina, og eingin mynd kemur fram í Samleika appini. 

Tá ið tú hevur dagført appina, virkar tað aftur at rita inn við Samleikanum.

 

Brúk fyri hjálp?

Á heimasíðuni hjá Samleikanum kanst tú lesa meira um at dagføra appina. 

Ring 1881 ella skriva til 1881@talgildu.fo, um tú hevur ivamál við Samleikanum.

Dagfør Samleika-appina (samleikin.fo)