Tíðindi - 15. apríl 2026
Dagstovnar fáa nú betri ljóðviðurskifti

Sáttmáli varð í dag undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og JEP Smíð um arbeiðið at betra um ljóðviðurskiftini á dagstovnum í kommununi.
Býráðið hevur sett 3,5 mió. krónur av til hetta arbeiðið, sum fer at gera arbeiðsumstøðurnar á dagstovnum betri.
Talan er í fyrstu atløgu um 11 dagstovnar, sum nú fáa betri ljóðviðurskifti. Ætlanin er, at alt hetta arbeiðið skal vera liðugt áðrenn ársskiftið.
Ætlanin er eisini at gera eitt nýtt útbjóðingarumfar fyri 12 dagstovnar afturat seinni í ár.
