Tíðindi - 26. oktober 2026

Dagstovnurin á Hamrinum liðugt útbygdur

23Okt26 0734 D

Fríggjadagin var alment hátíðarhald í sambandi við, at útbyggingin av Dagstovnurin á Hamrinum er liðug.

 

Hátíðarhaldið byrjaði við, at børnini á dagstovninum sungu Kennir tú blómurnar

 

Elsa Berg, borgarstjóri, Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentmálanevndini, Annfinn Brekkstein, býráðslimur og fyrrverandi formaður í mentamálanevndini, Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur og Sóley Samuelsen, leiðari á dagstovninum hildu røðu. 

 

 

 

Við útbyggingini eru fýra nýggjar vøggustovur við plássi fyri 48 børnum og tvær nýggjar barnagarðsstovur við plássi fyri 36 børnum komnar aftrat. Verkætlanin fevnir eisini um nýggjan køk, uttanumøki, leikugoymslu, parkeringspláss og annað.

Sp/f Búsetur hevur verið heildararbeiðstakari á verkætlanini