Lurta
Tíðindi - 15. september 2023

Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus handaður í dag

Borgarstjórin segði á samkomu í dag, at arbeiðið hevur gingið heilt ómetaliga væl og hann roknar við, at byggitíðin man vera nýtt met, hóast mong ikki trúðu tað lat seg gera.

Dagstovnin lá upprunaliga við Landavegin, men broytti adressu til Hans Andriasargøtu 5. Og fekk nýtt navn. Tørvur var á eini útbygging og býráðið tók av fleiri orsøkum avgerð um at biða Articon taka sær av hesum arbeiðnum.

Henda avgerð fall ikki í góða jørð, hóast borgarstjórin helt fast um, at tað viðhvørt er avgerandi neyðugt at taka skjótar avgerðir her og nú.

Tí reisigildi var í juni segði borgarstjórin, at hetta er ein sólskinssøga. Arbeiðið hevði gingið sera væl og tíðarætlanin helt. Arbeiðið skuldi alt verða avhent kommununi tann 15. september. Og tað helt.

- Avtala bleiv gjørd um fastan prís, tíðarætlan og innflytan. Alt hevur hildið, sáttmálin varð undirskrivaður 28. februar í ár og stovnurin leveraður í dag tann 15. september. Stovnurin er handaður kommununi uppá klokkuslettið uttan manglar og øll loyvi fyriliggja til rakstur.

- Tað sum fá trúðu lat seg gera, er nú avgreitt uppá 6 mánaðar, sum má vera met í at byggja ein tílíkan bygning, segði Heðin Mortensen borgarstjóri, sum takkaði Articon og undirveitarum fyri vælgjørt arbeiði.