Demenssjúka kennir ikki aldur

Tórshavnar kommuna setur neyðugan pening av til tilboð og tænastur til demenssjúk, ið enn ikki eru komin í pensjónsaldur.
Tá kommunurnar í 2015 yvirtóku eldraøkið frá landinum, flutti størsti partur av demensøkinum eisini við. Tó var uppgávúbýtið sera óheppið, tá tað snúði seg um tey, ið verða rakt av demenssjúku, áðrenn tey eru komin í pensjónsaldur.
Hetta hevur rakt demenssjúk og teirra avvarðandi sera hart, og tí var tað at fegnast um, at alt demensøkið varð savnað hjá kommununum 1. januar í ár.
Løgtingið hevur samtykt, at kommunurnar ikki longur skulu rinda kommunala rakstrarstuðulin til lærlingaundirvísing til landið. Hesin peningur skal fíggja tænasturnar til fólk við demenssjúku undir pensjónsaldur.
Í Tórshavnar kommunu er talan um 1.656 t.kr ella áleið tveir triðingar av tí upphædd, ið tilboðið og hesar tænastur kosta. Kommunan finnur írestandi kostnað í sínum rakstri.