Lurta
Tíðindi - 08. september 2023

Drekkivatnið í Havn og á Argjum er nú reint

Drekkivatnið í Havn og á Argjum er nú reint, og ikki er neyðugt at kóka vatnið í hesum støðum. 

Bakteriur eru enn staðfestar í drekkivatninum í Nólsoy, og bíða verður eftir úrslitinum av vatnroyndunum á Velbastað og í Kaldbak. Kókitilmælið stendur við tí við fyri hesi støð, og verða nærri boð um hetta, tá úrslitini fyriliggja.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvørji øki eru rakt av dálkingini.

Vís kort í fullari stødd

Vilt tú tryggja tær, at tú altíð verður kunnað um ólag ella broytingar í kommunalu tænastunum, ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tíðindabræv. Tað kanst tú gera á forsíðuni her á heimasíðuni.

Drekkivatnsstøða

Torshavn.fo forsíða