Edward Fuglø um listprýðingina í Skúlanum á Fløtum
Listprýðingin hjá Edwardi Fuglø í Skúlanum á Fløtum eitur “Flogvit, Lesihestur og Oddafiskur”. Her hugleiðir listamaðurin um listprýðingina.
Landslagið á Fløtum hevur til fyri stuttum ligið órørt. Vindblástar víddir, teigar, lágir, deildir og gil.
Grøs og blómur, smáir løkir og hyljar við smákyktum. Djór og fuglar.
Her eru nú prýðiligir stórir bygningar og lærustovnar, ið húsa børnum og ungum.
Stásiligi nýggi skúlin á Fløtum glitrandi sum ein tinna uttan er innandura fyri mær sum eitt slíkt hagalandslag við heygum og gjáum, og listprýðingin innan er mítt íkast til skúlan við djórum sum íblástri.
Á ein hátt kundi eg sagt, at nøkur av djórunum, ið áður áttu staðið, eru flutt við inn á skúlan, fuglar, ein hestur og ein ormur ella fiskavera - kanska úr smáu løkunum.
Heitini eru Flogvit, Lesihestur og Oddafiskur.
Hesi heiti eru eisini tikin úr gerandismálinum, og kunnu tey øll verða nýtt jaligt og myndaliga um fólk, eitt nú næmingar i skúlahøpi.
Listprýðingin er gjørd úr ymiskari tøkni, og listprýðingarnar hava tøkniliga sæð eisini heilt hvør sítt myndamál, sjálvt um tær eisini eru ein samanhangandi eind í stóra og dramatiska høvuðsrúminum á skúlanum.
Eg havi arbeitt við at tær bæði skulu spæla upp ímóti og samstundis virka saman við arkitekturinum, har tær eru staðsettar - alt ísenn, og vónandi geva íblástur til tey, ið hava sína gongd her á staðnum.
Tær kunnu síggjast frá gólvunum og frá svalunum, og sjónarhornið avgerð upplivingina.

Flogvit er samansett av einum stálringi, 10 metur í diametur, og á hann eru settir 200 útstappaðir fuglar frá teimum báðum gomlu fuglasøvnunum hjá Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum. Elsti fuglurin í savninum er frá 1899.
Afturat hesum sita 100 nýggir útstappaðum fuglar gjørdir til høvið, so samlað eru 300 fuglar á stálringinum.
Organisku fuglarnir á tí kalda fremmanda ring skapinum verða sum eitt egið loyndarfult sveimandi likam, sum við ferð melur um seg sjálvan um eina av høgu stoyptu súlunum, sum heldur takinum.

Lesihestur er eitt verk gjørt úr plasti og stáli. Verkið er eisini eitt ljósverk.
Talan er um eitt hestaskap i fullari stødd gjørt burturúr bókstavum úr fluoriserandi appilsingulum pleksiglasi. Lesihesturin stendur í einum skráa, høgt uppi og við góðum útsýni.
Hann sær út yvir skúlabókasavnið. Her stendur hann á einum berum kletti, ella sokkli, ella bók, úr blágrønum pleksiglasi sum er prýdd við væl skipaðum bókstavarøðum, tikin úr kvæðum, sangum, skjaldrum og søgnum.
Hesi eru skrivað uttan tekn og millumrúm og sýnast við fyrsta eygnabrá høpisleys,
men til ber tó ígjøgnum hesi stavrøð at lesa seg inn í ein ævintýrheim, har hesturin er høvuðsleikari.

Oddafiskur er ein stór, at kalla hvít, innseting, góðar 15 metrar long.
Hon er samansett av 54 ringum í ymsum støddum framleiddir úr flamingo og síðan serviðgjørdir við ymsum tilfarið.
Hesir ringar forma saman eina veru. Endaliga flatan er hørð og sandug, og innan eru ringarnir blankir. Næstan sum ein spegilstunnil. Stóra fiska-, dreka- ella ormveran smýgur seg fram undir loftinum. Hvítu uppheingini eru sameindur partur av veruni. Alt eftir sjónarhorninum upploysist veran og verður til sjálvstøðugar ringar í eini stórari vindhørpu.
Tórshavnar kommuna hevur gingið undan, tá ið tað kemur til at listprýða skúlar. Vit kenna øll stóra skálan í fyrrverandi Kommunuskúlanum, sum William Heinesen listprýddi meistaraliga.
Evnið er úr Sjúrðarkvæðunum, eitt stórt og ódeyðiligt ævintýrakvæði, sum blívur við at liva í okkum føroyingum.
Og soleiðis kunnu mín listprýðing eisini síggjast sum verandi ein partur av hesum kvæðaheimi.
Stóra rúmið verður nú eitt kvæðalandslag, Lesihesturin verður Grani, Oddafiskurin verður Fávnir, drekin ið liggur á gullinum og Flogvit verður til villini fuglar, sum uppi sita í eik og siga tær um vísdómin og vegin at ganga.
