Lurta
Tíðindi - 11. august 2022

Eingin bjóðað uppá grundøkið í Kollafirði

Grundøki í Kollafirði til sølu 21. februar 2022

Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár ein part av matr. nr. 203c í Kollafirði, umleið 4.480 m2, til sølu til bústaðarbygging. Kravið var, at bústaðirnir skuldu gerast sum íbúðir ella raðhús og verða bygdir sum eigara- ella leigubústaðir.

Tá freistin at lata tilboð inn 1. august 2022 kl. 12 var farin, var einki tilboð innkomið.
Kommunan eigur tí framvegis lendið matr. nr. 203c í Kollafirði.

Ynskiligt er tó framvegis at fáa fleiri fjølbroyttar búeindir í kommununi, og ein roynd at bjóða lendið út umaftur verður væntandi gjørd seinni í ár.