Tíðindi - 27. november 2025
Eingin gjøgnumkoyring á Frælsinum 27. november til 11. desember
Eingin gjøgnumkoyring er loyvd Á Frælsinum millum rundkoyringina á Landavegnum og J.C. Svabos gøtu frá 27. november 2025 til 11. desember 2025. Vegurin er stongdur við innkoyringina til Suðurrás í sambandi við fjarhitagrevstur. Øll innkoyring til Eirargarð er sostatt úr J.C. Svabos gøtu.
Leið 1 tekur koyringina eftir Frælsinum upp aftur í februar 2026.
