Tíðindi - 31. mars 2025

Einki asbest í tekjuni á Miðstovninum

Midstovnurin I Kongagotu 2023 Bk Web (1)

Teknologisk Institutt hevur kannað tekjuna og einki asbest kann staðfestast

Av tí at illgruni var um asbest á Mistovninum, sendi bygningsdeildin hjá Tórshavnar kommunu fyrr í mánaðinum eina roynd til Teknologisk Institutt í Danmark. Kommunan kunnaði tí foreldur um, at tekjan kundi hava asbest í sær.

Svar er nú komið uppá ta royndina, og einki asbest kann staðfestast í tekjuni.

 

Kortini er ætlanin at skifta tekjuna, og tað arbeiðið byrjar eftir ætlan seinni í vár.