Lurta
Tíðindi - 21. desember 2023

Eitt stórt stig inn í framtíðina - Sandoyartunnilin latin upp

14Des23 84A9072 Web Sandoyartunnilin Listaverk1

Góðu sandoyingar, góðu áhoyrarar, góðu føroyingar.

Eitt risa fet fyri Sandoynna, - eitt skarvslop fyri allar Føroyar.

Tí í dag gerast Føroyar størri nú fast samband er millum Sandoynna og Streymoynna.

Hetta hendir 100 ár eftir at fyrsti bilurin kom í Sandoynna.

--

“Tað liggur ein grind á Seyrvágsfirði....” flestu okkara munnu kenna hesi orðini, tí hetta er byrjanin til skaldsøguna Feðgar á ferð, ið skálvíkingurin Heðin Brú skrivaði.

Saman við Williami Heinesen og Christiani Matras er Heðin Brú mettur millum mætastu skald í Føroyum.

Teir tríggir varðarnir, sum teir eisini verða kallaðir, búsettu seg, - sum grannar - , uppi undir Varða í Havn.

Og í dag er koyrandi úr Skálavík til Havnar og til Viðareiðis.

Sostatt eru bygdirnar og býurin, ið fostraðu mætastu skald okkara, við hesum tunlinum knýttar saman.

--

Í bókini Feðgar á Ferð lýsti Heðin Brú gomlu tíðina, sum stoytti saman við modernaðu tíðini.

“Pápin, hygg hvussu skjótt bilarnir fara,” segði Kálvur, tá teir skuldu fara í grind. Tann ungi vildi sleppa eftir vegnum.

Men Ketil gamli vildi ikki hoyra tal at fara eftir vegnum. “Tann gamla gøtan hevur verið góð alla mína tíð, so hon mann fara at hjálpast í dag við”.

Gamlar gøtur kunnu verða góðar, men neyðugt er eisini at ganga nýggjar leiðir. Kynstrið er at samantvinna tað nýggja og tað gamla.

--

Tað fall mær í lut, sum landsstýrismaður í samferðslumálum, at skjóta fyrsta skotið á Gomlurætt beint fyri jól í 2018.

Í dag fegnist eg, sum borgarstjóri í grannakommunu tykkara, Tórshavnar kommunu, at fast samband er millum Sandoynna og Tórshavnar kommunu.

Og lat meg leggja afturat, Hestoyggin skal ikki gloymast, og ferðasambandið hjá hestfólki skal ikki gerast verri, nú Teistin hevur siglt seinasta túrin. Tað eiga landsmyndugleikarnir at tryggja.

--

Nógv samband hevur verið millum Havnina og Sandoynna.

Tað vóru aðrar tíðir, tá konslarajaktin, ið varð kallað Nummar X, sigldi vøru frá Skibsted í Havn til handilin Úti undir Gøtu hjá Jógvani í Búðini seinast í átjanhundrað. 

Men flutningurin hevur verið trupul og vandamikil. Ólavur Clementsen, sáli, hevur lýst hetta so væl í bókini “Søga og skemt av Sandi”

Bert ein heilt lítil partur er skemt. Stórur partur av restini snýr seg um menn, ið farnir eru á sjónum, bæði í fiskivinnu og í flutningi. 

Sannast má, at sjógvurin hevur kostað Sandoynni øgiligt.

--

Í ár eru 190 síðani, at fólk settust niður í Skopun. Hetta var framstig og bøtti munandi um farleiðina millum Sandoynna og meginøkið, tí nú høvdu fólk møguleika at gista á longu og strævnu ferðini.

Síðani tá hevur Skopun verið miðdepilin fyri flutningin millum Sandoynna og Streymoynna.

Vit vita, at tað grør væl á Sandoynni. Oyggin er kend fyri landbúnaðarvørur, har tað í løtuni er stór menning. Men oyggin er eisini kend fyri fiskivinnu og útróður.

Og eg vænti at gróðrarlíkindini eisini hjá nýggjum vinnum, - eitt nú ferðavinnuni, eru góð. Tí við mati, mentan og náttúru eru tit ein magnetur fyri ferðafólk.

Og gróðurin er góður fyri verðandi vinnulív.

Tjúgu minuttir, so eru tit í Vágsbotni við vøru.

Tjúgu minuttir, so eru havnafólk á Sandoynni við vøru.

--

Sandoyggin er millum søguríkastu oyggjar okkara.

Oyggin hevur fostrað mentafólk og ítróttarfólk gjøgnum allar tíðir, og ger tað framvegis. Kvæðamentanin verður eisini hildin í hevd.

So hóast fáment, hava tit megnað at ríkað land okkara á øllum økjum.

--

Nú tunnilin er vorðin veruleiki er sambandið millum Tórshavnar kommunu og Sandoynna eisini styrkt.

Vit hava longu skipað samstarv saman við Sands kommunu um tilbúgvingina í tunlinum. Frammanundan er samstarv við alla Sandoynna um barnatannrøkt.

Men til ber eisini at samstarva á øðrum økjum, tí Tórshavnar kommuna hevur nógv at bjóðað innan eitt nú eldrarøkt, mentan, ítrótt, skúla og annað.

Eg kann leggja afturat, at tænastustøðið er høgt.

--

Nógv verður tosað um, at Sandoyggin kemur nærri meginøkinum og Havnini.

Men eg haldi, at tað er líka so umráðandi at tosa um, at meginøkið og Havnin koma nærri Sandoynni.

Tí Sandoyggin og fólkið, ið her býr, hevur nógv at bjóða Føroyum og føroyingum.

So vit gleða okkum til samstarva báðar vegir tvørtur um fjørðin.

--

Heðin Brú skrivaði í kantatuni “Vit reistu av grundum hallarvegg”:

Ungdómur er, sum ungdómur var

– men tíðin er køld og bráð –

Gev honum bert trygt at standa á

og sláið so gluggarnar frá.

Eg vóni, hetta framstig, ið vit eru vitni til í dag, fer at geva ungdóminum trygt at standa á.

Tí ungdómurin er framtíðin, og við Sandoyartunlinum hava vit tikið eitt stórt fet inn í framtíðina.

Góðu sandoyingar, góðu føroyingar. Hjartaliga til lukku við Sandoyartunlinum, og vælkomin til Havnar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavnar kommuna.