Lurta
Tíðindi - 17. apríl 2024

Eldraleikir í dag

Fyrrapartin byrjaðu eldraleikirnir í Tórshavnar kommunu. Talan er um ein serliga eldradag, har heimabúgvandi pensjónistar í Tórshavnar kommunu kunnu koma til ein stuttligan og aktivan dag við ymiskum kappingum og fáa ein bita aftaná.

Her er brot úr røðuni, ið Heðin  Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt, tá eldraleikirnir byrjaðu fyrrapartin

"Einki er at ivast í, at tilvitskan hjá eldri fólki yvirhøvur um sjálvi at taka ábyrgd fyri lívi og heilsu er munandi sterkari enn fyri einum ættarliði síðani.

Og Tórshavnar kommuna hevur eisini gjørt sítt til hesa menning við tilboðum og fasilitetum. 

Okkara broytta lívsmynstur setir størri krøv til tað almenna og kommunurnar. Tað er ein avbjóðing fyri kommununa at skapa røttu karmarnar til eldru borgararnar.

Tað er tí við gleði vit síggja, at okkara eldru veruliga taka ímóti avbjóðingunum og fylla karmarnar, tí vit hava virkin fólk, ið skapa trivnað og eisini vegleiða og læra tey yngru - og gjøgnum Eldraráðið seta okkum politikkarar uppá pláss.

Eg fari eisini at takka Eldraráðnum fyri gott samstarv og takka fyri tað góða arbeiðið, sum Eldraráðið hevur gjørt. Somuleiðis ein stór tøkk til Heilsuhúsið.

Havi hug at nevna tað einastandandi arbeiði, sum pensjónistarnir gera i Tilhaldinum, og tann týdning, sum Tilhaldið hevur fyri mong.

Vit hava eisini Heilræði, sum ger eitt serstakliga stórt arbeiði við at ráðgeva og vegleiða um teir møguleikar, sum eru hjá eldri fólki í Tórshavnar Kommunu. Eisini ein stór tøkk til Reyða Kross fyri eitt nú vitjanartænastuna.

Hetta verður alt gjørt fyri at skapa tryggleika og ikki minst fyri at forða fyri, at smáir trupulleikar vaksa seg stórar. Øll eldri hava møguleika at taka lut í heilsustimbrandi venjingum.

Við hesum fari eg at ynskja okkum øllum ein góðan og stuttligan dag í vón um, at eisini hesin dagurin fer at økja um trivnað og samanhald - og at stór nytta verður í teimum átøkum og tilboðum, sum standa øllum í boði í dag.”