Tíðindi - 24. november 2025

Eldraráðsvalið er byrjað í dag

Valevni-eldraráðsval-2025_felagsmynd-fyribils_web_ÓF
Eldraráðsval 2025_snildfon til SoMe og heimasíðu_web_DH_TF Eldraráðsval 2025_teldu til SoMe og heimasíðu_web_DH_TF
1 / 3

Atkvøðugreiðslan til eldraráðsvalið 2025 í Tórshavnar kommunu er byrjað, og hesaferð ber til at atkvøða talgilt.

14 valevni stilla upp. Atkvøðugreiðslan er opin til mánadagin 15. desember 2025 klokkan 16. Týsdagin 25. november klokkan 14 verður skipað fyri valfundi í Tilhaldinum í Tórsgøtu.

Á kunningarsíðu okkara um eldraráðsvalið kanst tú lesa um valevnini, og hvussu tú greiðir atkvøðu.

Tú mást vera í minsta lagi 60 ár og vera búsitandi í Tórshavnar kommunu fyri at atkvøða. Hesaferð ber til at greiða atkvøðuna talgilt, og tað vil siga, at tú kanst greiða atkvøðu, har tú ert, og tá tú vilt. Tær tørvar bara Samleikan og snildfon ella teldu. Les niðanfyri, hvussu tú gert.

Eldraráðsvalið 2025