Tíðindi - 19. apríl 2026

Elsa Berg til Vel Føroyar

Vel Føroyar apríl 2026_1_FøroyaBanki

Fríggjakvøldið skipaði Føroya Banki fyri afturvendandi tiltakinum Vel Føroyar í Keypmannahavn. Hesaferð var høvuðsevnið bústaðarviðurskiftini, og Elsa Berg, borgarstjóri, var ein av teimum, ið vóru boðin at leggja fram.

Fyri fullsettum sali greiddi borgarstjórin frá mongu bústaðarætlanunum, ið longu eru í gongd í Tórshavnar kommunu. Hon greiddi eisini frá øðrum verkætlanum, vit koma at frætta meira um komandi tíðina. Alt frá sethúsum til raðhús, krosshús og íbúðir av ymiskum slag.

Borgarstjórin vísti eisini á vaksandi og fjølbroytta úrvalið av frítíðarítrivum og tilboðum í kommununi.

Føroyahúsið var fullt av hugagóðum ungfólki, ið lurtaðu og forvitnaðust, meðan borgarstjórin saman við hinum luttakarunum úr Føroyar Banka, Skyn, Als og Íverksetarahúsinum segði frá møguleikunum at velja Føroyar.