Evnisdagar um trivnað og felagsskap á barna- og ungdómsøkinum

Tveir evnisdagar, skipaðir av eindarleiðarum á barna- og ungdómsøkinum hjá Tórshavnar kommunu, hava í døgunum 21. og 22. apríl savnað umleið 280 námsfrøðingar, hjálparfólk við námsfrøðiligari ábyrgd, lesandi og leiðarar til fakligan íblástur.
Evnið fyri dagarnar var “Trivnaður, relatiónir og inkluderandi felagsskapir hjá børnum.
Tey luttakandi arbeiða dagliga við børnum og ungum upp til 18 ár, og dagarnir vóru ætlaðir sum ein felags áfylling av fakliga grundarlagnum á økinum. Tiltakið varð hildið við Tjarnir.
Fakligur íblástur frá trimum serfrøðingum
Fyrsta uppleggið hevði Charlotte Ringsmose, professari við Aalborg Universitet. Hon legði dent á, hvussu trivnaður og mistrivnaður kunnu skiljast og tulkast ymist, og spurdi, hvussu fakfólk best kunnu eygleiða og fremja trivnað hjá børnum, samstundis sum mistrivnaður verður fyribyrgdur.
Næsta uppleggið hevði Nicoline Heiner Nielsen, Cand.pæd. í námsfrøðiligari antropologi, menningarráðgevi og undirvísari. Hon legði fram um metingaramboðið KIDS og legði dent á, hvussu námsfrøðiliga arbeiðið kann styrkjast við støði í menningarsálarfrøði. Hon vísti á týdningin av góðum kørmum, relatiónum og virksemi í gerandisdegnum hjá børnum og ungdómi.
Seinasta upplegginum stóð fyrilestrahaldarin og rithøvundurin Karin Lykke fyri. Hon greiddi frá NEST-hugsjónini, sum hevur fokus á struktur, rutinur og tryggleika í felagsskapinum, so øll fáa bestu møguleikar at trívast og mennast.
Umframt fyrilestrarnar var eisini tíð sett av til ymiskar steðgir. Nógv góð prát og spurningar vóru millum luttakararnar, sum góvu høvi til fakliga refleksjón og vitanardeiling tvørtur um arbeiðspláss.
Tórshavnar kommuna leggur dent á, at hetta slagið av tiltøkum er ein týðandi partur av førleikamenningini hjá starvsfólkunum. Kommunan ætlar tí framhaldandi at skipa fyri líknandi førleikamenning og øðrum fakligum tiltøkum.
Eftir ætlan verða starvsfólk úr øðrum kommunum eisini boðin við, fyri at styrkja samstarvið og menna fakliga stigið á økinum enn meira.

