Lurta
Tíðindi - 27. juni 2023

Familjudagurin “Tí vit elska Havnina” í Tórsgøtu

Familjutiltak 27.6.23 Nr1

Í dag hava fólk møguleika at hugna sær saman í Tórsgøtu, har familjudagurin "Tí vit elska Havnina" er. Nógv ymisk og ókeypis tiltøk eru gjøgnum dagin, og fólk hava eisini møguleika at seta seg niður at slappa av bæði innan- og uttandura. Tað eru kirkjan og samkomur í Tórshavnar kommunu, sum skipa fyri.

Borgarstjórin setti dagin við røðu, sum kann lesast her.

Góðan morgun øll somul.

Hjartaliga vælkomin í Tórsgøtu. Hugnaligt at síggja tykkum øll her í dag. Sólin skínur oman og niðan. Ein góður summardagur.

Og hjartaliga vælkomin til Familjudagin 2023 við undirheitinum “Tí vit elska Havnina”.

Og tað gera vit, vit elska okkara høvuðsstað og vit vilja og ynskja meira enn nakað annað, at okkara høvuðsstaður skal vera fyri øll og at øll skulu kenna seg heima her.

Tí brúka vit eisini nógva orku og tíð uppá at gera miðbýin so hugnaligan sum gjørligt. Endamálið er, at vit øll skulu trívast.

Og tí er tað so ómetaliga kærkomið við tiltøkum sum hesum. Tiltøkum fyri børnum við allari familjuni.

Hartil er tað einastandandi, at talan er um eitt stórt familjuátak, har kirkjur og samkomur í Havn í felag skipa fyri.

Hetta vísir bara, hvussu nógv vit kunnu vera felags um, hvussu nógv vit kunnu gleðast um í felag.

Fyrireikararnir eru jú eisini kirkjur og samkomur, sum eru felags um so mong endamál – eitt av teimum er at tæna býnum.

Skráin er sera umfatandi og tað gleðir meg at síggja, hvussu nógv tiltøk eru fyri børnini. Gott undirhald, góður sangur, hópur av smærri tiltøkum og so endar alt við eini stórari lovsongskonsert í kvøld.

Gjøgnum alt lívið er týdningarmikið á so mongum økjum at finna áhugamál, vit kunnu vera felags um. Tað hava kirkjur og samkomur í útgangspunktinum.

Men tað frøir meg, at tit samstundis hava stundir, evni og hug til at skipa fyri stórum tiltøkum sum hesum. Og tað frøir ikki minni, at tit gera tað, tí tit elska høvuðsstaðin.

Tað álitið skulu vit sum kommuna gera okkara besta at liva upp til. Í dag gera vit tað við at stuðla við hølum og økjum og atgongd í miðbýnum – og tí, sum hartil hoyrir.

Havnin roynir at hava so nógv og gott at bjóða øllum sínum mongu gestum um summarið sum gjørligt. Alt samalt er tað við til at geva okkara vitjandi góðar upplivingar og rík minni.

Hartil hava øki sum Vágsbotnur, trappan og Tórsgøta seinastu árini veruliga staðið sína roynd sum góð konsert- og festivalpláss. Talan er um breið og familjuvinarlig tiltøk, ið stimbra bæði eygu, oyru og allar sansir.

Vit laga so hvørt býin til at hýsa øllum teimum tiltøkum, sum hoyra høvuðsstaðnum til. Nú til ólavsøku vóna vit at kunna bjóða tykkum til ein broyttan miðbý kring Vaglið, har fyrsta byggistigið av stóru ætlanini um at skapa eitt grønt og kveikjandi býarrúm verður liðugt.

Nýggja Havnará verður tikin í brúk, tann 22. Juli, so aftur her, hava vit eitt nýtt stórt átak, sum kemur at fríðka og hugna um miðbýin. Spennandi verður

Einki liggur okkum fremri á hjarta enn breiður trivnaður, har okkurt er til øll.

Góðu børn.

Eg vóni, at tit fara at hava tað ordiliga stuttligt í dag.

Eg havi sæð skránna og har er smekkfult av stuttligum tingum, lekkrum mati, góðum tónleiki, umframt kappingar, andlitsmáling, hoppiborgir og spøl og alt møguligt annað.

Deiligt, at tit hava tikið foreldrini við eisini, so tey eisini kunnu hava tað stuttligt eina løtu.

Og túsund takk til tykkum øll, ið hava skipað fyri.

Eg fari at ynskja tykkum allarbestu eydnu við degnum.

Enn einaferð – hjartaliga vælkomin og túsund takk fyri, at tit møta so fjølment.

"Tí vit elska Havnina"

Heðin Mortensen

borgarstjóri