Fara at gera fleiri bussskýlir

Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at seta fleiri bussskýlir upp runt um í kommununi.
Tí hevur býráðið nú samtykt at seta 600.000 krónur av til gerð av nýggjum bussskýlum í 2026. Samstundis er lagt upp til, at aðrar 600.000 krónur verða játtaðar til sama endamál í 2027.
Talan er um tey eyðkendu reyðu bussskýlini. Vanliga ger rakstrardeildin áleið 10 bussskýli hvørt ár. Helvtin av hesum verða sett upp sum nýggj, og hin helvtin verður brúkt, tá skýli skulu umvælast. Summi skýlir fara illa í stormi, ella eru tey rotin og mugu skiftast út og til tíðir koyrast burtur.
Í løtuni eru ongi skýlir á goymslu, men ætlanin er at gera 20 nýggj skýlir í 2026 og 20 afturat í 2027 fyri eina samlaða upphædd uppá 1,2 mió. krónur.
Tilsamans eru 188 busssteðgipláss í allari kommununi, og herav eru 125 bussskýlir.
Kommunan hevur eisini ætlanir um at fáa størri og betri glasbussskýlir sett upp á teimum stóru plássunum, har nógv fólk ferðast. Talan er um tíggju glasskýlir við staðseting á Hálsi, á Frælsinum, við Glasir, við Norðurlandahúsið og við Landssjúkrahúsið. Umsitingin er í ferð við at kanna snið, tilfar og prís.