Tíðindi - 07. juli 2026

Fara nú at gera kloakkina við Sjósavnið

7Jul26 Sunnvard Andreasen Articon Og Elsa Berg (2)

Mynd: Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Elsa Berg, borgarstjóri, hava júst undirskrivað sáttmálan.

Týsdagin gjørdu Tórshavnar kommuna og Articon sáttmála um kloakkarbeiði við Sjósavnið á Argjum.

Tað hevur leingi verið neyðugt at gera nakað við hesa kloakkleiðingina, sum ikki longur er nútíðarhóskandi. Talan er um eitt stórt arbeiði, sum skal gerast, og tí er gjørt av at býta arbeiðið upp í tvey.

Hetta er sostatt fyrri partur av verkætlanini “Nýggj kloakkleiðing fram við Sjósavninum”, og snýr hesin parturin seg um kloakkarbeiðið uppi á landi. Seinni parturin av verkætlanini er so kloakkarbeiðið á sjónum.

Tað arbeiðið skal eisini bjóðast út og skal eftir ætlan byrja næsta ár.

Arbeiðið uppi á landi, sum sáttmáli nú er gjørdur um, skal byrja í viku 34, sum byrjar mánadagin 17. august.

– Vit hava sett okkum fyri, at áirnar og fjøran skulu vera reinar, og hendan kloakkverkætlanin fram við Sjósavninum hevur verið millum fremstu raðfestingar í kloakkarbeiðnum, tí Sandagerð er eitt vælumtókt og nógv brúkt øki, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Tvey tilboð komu inn uppá arbeiðið. Articon átti lægra tilboðið, sum var stívliga 4,5 mió. krónur.

 

Kloakkleiðingin við Sjósavnið, sum rennur út her, skal leingjast, so hon røkkur út á streymasjógv. Men fyrst skal eitt arbeiði gerast uppi á landi