Lurta
Tíðindi - 23. september 2022

Felagið Grannalív handaði undirskriftir

Nú seinnapartin kl 15 komu umboð fyri Felagið Grannalív - umboðandi niðara part av Tinghúsvegnum í Havn, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu – á vitjan á Ráðhúsinum í Havn.

Endamálið var at handa umleið eitttúsund undirskriftir og eitt mótmæli móti ætlaðu byggingini av parkeringshúsinum við Bøkjarabrekku.

Varaborgarstjórin Annfinn Brekkstein tók ímóti og handaði beinanvegin undirskriftirnar til kommunustjóran. Hoyringsfreistin er úti og mótmælini verða nú viðgjørd, og tá málið er búgvið, kemur tað fyri á  býráðsfundi.