Felagsgrunnurin hittist í Nuuk

Grunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur havt sín árliga fund, sum í ár var í Nuuk.
Felagsgrunnurin hevur sum endamál at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Sermersooq kommunu og millum borgararnar í teimum trimum kommununum.
Á fundinum skal millum annað støða takast til stuðulsumsóknir til grunnin. Hesaferð varð gjørt av at veita átta føroyskum verkætlanum stuðul upp á tilsamans 300.000 krónur.
Treytin fyri stuðli er, at verkætlanirnar inndraga minst eina av hinum høvuðsstaðarkommununum.
Tær átta umsóknirnar, ið fingu stuðul úr Føroyum, fingu millum 15.000 og 65.000 krónur:
· Bogi Andreasen – listaframsýning í Reykjavík.
· Dagstovnurin Sólareygað - Nordplus, Breathe, and Create.
· Havnar Svimjifelag – Reykjavík International Games 2027.
· Meifríð Weihe Hansen - "Risin og Kellingin" framførdur á teknmáli.
· Tórshavnar jazz, fólka og blues festival 2027.
· Morgunkórið - konsertferð til Reykjavíkar.
· Havnar Bridgefelag - luttøka á bridgefestivali í Reykjavík.
· Havnar Tennisfelag - luttøka í kappingini Tennis Framá Áfram.

Frá vinstru ovast: Pernille Ødegaard, Guttormur í Skála, Jóan Petur Hentze, Dóra Björt Guðjónsdóttir, Poul Petersen (virkand borgarstjóri í Sermersooq kommunu), Elsa Berg (borgarstjóri í Tórshavnar kommunu), Nitta Lyberth-Mørch og Carina Heinesen á Rógvu.
Frá vinstru niðast: Róbert Marshall, Heiða Björg Hilmisdóttir (borgarstjóri í Reykjavíkar kommunu), Kjartan Magnússon og Lone Rosengreen Pedersen