Tíðindi - 17. februar 2025

Feløgini í frælsum ítrótti fáa nú fastar tíðir

6Juni22 B3A5821

Tórsbreyt hevur altíð verið ein almenn rennibreyt, og tað verður hon framvegis. Kortini er gjørt av, at  Bragdið og Hvirlan fáa fyrsta rætt til Tórsbreyt nakrar venjingartímar um vikuna, og tá feløgini hava FM kappingar. 

Feløgini hava í nógv ár skipað fyri frælsum ítrótti í Havn og eru vaksin somikið nógv, at tey hava tørv á føstum venjingartímum. Bragdið og Hvirlan fáa sostatt fyrsta rætt til Tórsbreyt fylgjandi tíðir:

Mánadag  kl. 17.00 - 19.00

Mikudag   kl. 17.00 - 19.00

Hósdag     kl. 17.00 - 19.00

Hetta er galdandi sum ein royndartíð fram til juni 2025.