Tíðindi - 10. oktober 2025

Ferðsluavmarkingar á Frælsinum frá 13. oktober til 10. november

Eingin ferðsla er loyvd Á Frælsinum frá Eirargarði til Suðurrás frá mánadegnum 13. oktober klokkan 8 til mánadagin 10. november klokkan 8. Strekkið er stongt í sambandi við fjarhitaarbeiði.

Meðan arbeiðið fer fram í økinum, koyrir bussleið 1 ikki eftir Frælsinum, men eftir J. C. Svabos gøtu og Fríðriks Petersens gøtu.